Føroysk lesandi rinda yvir 40 milliónir krónur í skatti um árið.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Kári á Rógvi, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu nógv tað hevði kostað at givið fulltíðarlesandi ein skattafrían frádrátt í inntøkuni upp á 80.000 krónur um árið í fimm ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at í 2009 fingu 3.574 stuðul frá Studna sum fulltíðarlesandi og her er bæði talan um miðnám og hægri lestur.
Tilsamans rindaðu tey 26 milliónir krónur í skatti til landskassan og 15 milliónir krónur í kommunuskatti, ella tilsamans 41 milliónir.
Høvdu hesi lesandi fingið ein inntøkufrádrátt uppá 80.000 krónur, hevði skatturin til landskassan verið fýra milliónir ístaðin og kommunuskatturin hevði verið ein millión.
Sostatt hevði tað kostað landi og kommunum 36 milliónir krónur tilsamans at latið lesandi sloppið at forvunnið 80.000 skattafrítt um árið.
Ongin meting er fyri 2012, men væntandi er, at tá verða inntøkurnar eitt sindur hægri enn tær vóru í 2009 og sostatt hevði tað eisini kostað eitt sindur meiri.
Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at ein partur hevði komið inn aftur í øktum avgjøldum av tí, at nýtslan hevði vaksið.
Men, hvussu nógv tað hevði verðið, veldst um hvussu nógv hevði verðið sett á bók og, hvussu stórur partur av øktu nýtsluni hevði verið uttanlands.
Savnsmynd.










