Føroysk løta umborð á gomlu Norrönu

Leygardagin 2. august kl. 14.30 verður ein føroysk løta umborð á gomlu Norrönu, Logos Hope, sum liggur í Køge Havn. Skipið liggur í løtuni í Køge Havn, har fer tað at liggja í fleiri vikur, meðan síðsta hond verður løgd á umbyggingina umborð.

Fólk úr ymsum londum hjálpa til umborð á skipinum ? eisini einstakir føroyingar.

Teir, ið skipa fyri løtuni leygardagin, eru Uni Nolsøe, yvirstýrimaður á Logos Hope, Arne Johansen, ið hevur verið skipari umborð, og Øssur Berghamar úr Kristnastovu.

Byrjað verður við einum drekkamunni, og síðani fer ein rundvísing fram. At enda verður ein løta, har fólk umborð greiða frá, hvørjar ætlanir eru fyri skipið - har møguleiki verður at koma við spurningum.

Adressan er ?Havnen? og skipið er lætt at fáa eyga á, tá koyrt verður til Køge Havn.

Heitt verður á fólk, ið eru áhugað at vera við, um at ringja og tekna seg á telefon nr. 3514 0093 ella 2612 1809.