Eyðvarur Petersen
----
Pelagiska vinnan hevur havt rekordár - hvørt ár - í mong ár. Pelagisku skipini geva eigarunum árliga eini 30-40 mió kr í kassan pr. skip, og tá er manningin avroknað við sínari millión pr. fiskipart. Tað er gleðiligt, tí tá er altíð nakað eftir at býta við onnur, sum nú verður neyðugt.
Føroysk línuskip hava tíverri í nógv ár havt søguliga lága veiðu í miðal pr. húk, meðan útreiðslurnar hava verið rekord høgar. Møguliga er ein orsøk, at stóru pelagisku stovnarnir troka hvítfiskin av grunnunum. Fiskifrøðin sigur, at hvítfiskur og pelagiskur fiskur eta ikki av somu føði, men tað kann saktans hugsast, at hesir ymisku stovnarnir ikki trívast í sama havøki í senn.
Í 2013 fingu Føroyar av nýggjum toskakvotu á Flemish Cap. Øll vita, at hon fyrst og fremst var ætlað línuskipunum, sum eisini eiga upprunaligu søguligu rættindini til hana. Línuskipini fiskaðu eisini skjótt og væl tað mesta av kvotuni.
Tann, sum hevur fylgt eitt sindur við í ár, veit, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur loyvt føroyskum trolarum og einum føroyskum móðurskipi at skundfiska tað mesta av kvotuni uttanfyri sesongina hjá línuskipunum, sum eru nógv meira bundin at árstíðini og veðrinum, enn trolararnir eru. Politiskur vilji var at seta skott í kvotuna millum trolarar og línuskip, men onki hendi. Avleiðingin er longu sjónlig, tí línuskipini fáa ikki líkinda part av kvotuni í ár, sum longu er nærum uppfiskað. So hetta var eitt vána skott, ið landsstýrismaðurin legði fyri dagin í atgerðarloysi.
Íslandskvotan fyri 2014 er hvørki forhandlað ella býtt, men fyribils kunnu línuskipini fiska tað sama sum í fjør. Ongin veit enn, hvussu íslandskvotan sær út eftir endaligu samráðingarnar, og ongin veit, nær tær vera lidnar. Føroyar mugu her forhandlað seg til eina betri kvotu við at brúka pelagisku eykatonsini sum agn.
Ein revsing á húkaflotan, sum føroysku myndugleikarnir hava funnið uppá burturúr ongum, er, at føroysk skip, sum landa meira enn 25% av íslandskvotuni í Íslandi, verða revsað í tonsum, men fáa tó onga bót. Tað eru ongi skilagóð argument fyri at gera hetta; tí má hendan revsingin avtakast nú. Skipini mugu altíð sleppa at landa har, sum mest fæst fyri fiskin, og viðhvørt ber ikki til at sigla millum lond við smáum skipum vegna óveður. Tí landa nøkur í Íslandi, men missa kvotu av tí sama. Tá er betri at tveita tonsini í havið og byrja nýggjan túr. Hetta kemur undir idioti, sambært orðabókini.
Pelagiska vinnan veit longu neyvt, hvat hon fær í ár, og meira enn í fjør, men feskfiskaflotin veit bara, at fiskidagarnir á føroyska økinum eru skerdir aftur í ár. Stóru íløgurnar í frystilínuskip hava longu fingið ein stóran politiskan mótspælara í mistari kvotu á Flemish Cap.
Nýggja fiskiveiðuavtalan við grannalondini ger, at norðmenn aftur fara at leggja seg á djúpt vatn eystanfyri, har føroysku línuskipini í eini 3 ár nú hava fingið brúkiligan fiskiskap ein part av árinum. Eisini har verða veiðumøguleikarnir skerdir í ár.
Undirritaði ynskir við hesum lesarabrævi at gera vart við, at í løtuni eru 11-12 línuskip í vinnu meðan uml. 8 loyvi liggja klár at taka fram, um veiðumøguleikarnir betrast aftur. Á teimum núverandi 12 línuskipum eru í miðal 14 menn, tvs. uml. 170 ársverk. Línuskipini hava í 2012 og 2013 árliga landað 13-15.000 tons av feskfiski. Hetta svarar til 180-200 ársverk á landi. Sostatt eru uml. 350 føroysk ársverk knýtt beinleiðis at línuflotanum. Tey pelagisku virðini fella á fáar hendur, ið gerast ríkari ár um ár, meðan línuflotin skapar tey nógvu arbeiðsplássini og brúkar eginpening til raksturin, sum tíverri gevur hall, mest av politiskum ávum vegna væntandi veiðurættindi.
Umborð á línuskipunum eru rættuliga nógvir unglingar, tí línuskipini hava traditión fyri at hava eina ávísa útskifting av manningini ár um ár meðan gull-skipini hava nærum statiska manning í áratíggjur og eru tí nærum ikki opin fyri nýggjari manning.
Línuflotin er við skerdan lut, og politiskt er tíverri lítið gjørt fyri at bøta um korini hjá línuflotanum, men í 2014 skal broyting koma í. Tí vil eg við hesum heita á landsins høgt virdu politikkarar um at syrgja fyri, at línuflotin í 2014 fær sín sjálvsagda rætt til ein part av meirvirðunum í pelagiska fiskatilfeinginum kring oyggjarnar. Antin sum part av býtiskvotu við londini vit samstarva við, ella sum eginkvotu at umsita sjálvur.
Um onki hendir til bata fyri línuflotan, so missir føroyska samfelagið skjótt tey uml. 370 arbeiðsplássini, sum línuflotin ber, og hetta verður til óbótaligan skaða fyri land og fólk.
Virðingarmest