Føroysk línuskip í Íslandi

Fleiri føroysk línuskip fiska í løtuni í íslendskum sjógvi, og okkurt av skipunum kemur heim at landa í vikuni sum kemur.

Fimm føroysk ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógv, og eitt av hesum skipum kemur heim at landa mánadagin. Meginparturin av veiðini hjá skipunum er í løtuni hýsa.

 

- Hini ísfiskalínuskipini undir Íslandi eru nýliga byrjaði túr og landa neyvan í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey føroysk frystilínuskip eisini fiska i íslendskum sjógvi, og túrarnir hjá teimum eru um at verða lidnir.

 

- Fleiri línuskip fiska í føroyskum sjógvi. Vit vænta, at tvey av hesum skipum koma inn at landa mánadagin og so okkurt seinni í vikuni. Skipini í føroyskum sjógvi fáa mest av toski, hýsu, brosmu og longu.  

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður brúkiligur alla vikuna, og veðrið verður hampiligt tað mesta av tíðini, og tí verður roknað við útróðri í næstu viku.