Í september verður Miss Danmark vakurleikakappingin hildin. 30 kvinnur fara at luttaka í kappingini, og fyrstu seks luttakararnir eru nú kunngjørdir.
Ein av teimum er føroyska Astrið Foldarskarð, sum eisini er kend sum elitusvimjari.
Í Miss Danmark verður kappast í ymiskum bólkum – Miss Sport, Miss Talent, Miss Beach Beauty og annað.
Vinnarin av Miss Danmark skal víðari til altjóða kappingina Miss World.