Ein føroysk kvinna er myrd í Fraklandi. Løgreglan í Føroyum vil einki siga um málið, men danskir myndugleikar vátta í dag, at talan er um eina føroyska kvinnui, og at familja hennara hevur fingið sorgarboðini. Fyri nøkrum døgum síðani hendi tað, sum vit føroyingar als ikki eru vanir við. Ein føroysk kvinna er dripin í Fraklandi, og danskir myndugleikar vátta í dag, at familja hennara hevur fingið hesi sorgarboð.
Júst hvat er hent er óvist, tí hvørki føroyska løgreglan ella donsku myndugleikarnir kunnu siga, hvat er hent í málinum.
Føroyska løgreglan sigur seg ikki kenna smálutirnar í málinum, tí tað eru danskir myndugleika sum varða av málinum, men danska uttanríkisráðið váttar, at ein danskur statsborgari er myrdur í Fraklandi, og at talan er um eina føroyska kvinnu.
Franska blaðið, www.ouest-france.fr, kann lesast HER