Føroysk konubrot á vallaraferð um knøttin

20 ára Heidi Holm og vinkona hennara Gunvør Húsgaard eru á Backpacking um knøttin. Tær byrjaðu ferðina úr Keypmannahavn tann 4. septembur, til Beijing í Kina, India, Tahilandi, Australia, eru nú í New Zealand, og ætlanin er at ferðast via USA til Danmarkar. Í hesum sambandi hevur pápi Heidi, Hans Åge Stampe, skrivað okkum nøkur orð og sent myndir:

- Vit hava stóra gleði við at kunna fylgja við ferð teirra gjøgnum alnetið, tá stundir hevur verið til at tosað gjøgnum Skype. Tær hava vitjað tann Kinesiska Múrin og súkklað út millum teir fátæku bøndurnar, har ferðafólk ikki koma, tað, ið hon merkti til, sjálvt um tey vórðu so fátæk, so vórðu tey rík sum menniskju – glað og gestablíð og hugnaðu sær av familjuni saman, skrivaði pápi Heidi, Hans Åge Stampe, sum hevur verið útiseti í Keypmannahavn í 26 ár, í nýggjársheilsan á portalinum.
Í India vóru tær í Bollywood, har tær fingu tjans sum statistar í einum filmi, tær tóku ikki av við tilboðinum.
I New Zealandi hildu tær so jól - Gunvør hevur onkrafamilju úr Føroyum, ið eru búsitandi har, teir borðreiddi við lambskjøti, so glaðar vórðu tær. New Zealand er eisini landið við teimum stóru avbjóðingunum, “Adventure”, so nú skuldi klintrast í holum undir jørðini - trongar grottur, har ein var noyddur at bakka, grulva aftureftir, fyri at koma ígjøgnum, har er sjálvandi ein Guide við.
Tær hava eisini skydivað, lopið við fallskermi, frítt fall – frá 3 km hædd. Tær hava livað fyri lítlan pening, búð á fjakkaraheimum, har tær møta øðrum ungum, sum eru á vallaraferð.
- Eg ivist ikki í, at ferð teirra, við teimum upplivilsum, hevur ment tær til at koma víðari – tær koma aftur til Danmarkar nú um dagarnar, har næsta avbjóðingin væntar – lestrarlívið – tey komandi árini!