- Í fjør var eitt toymi frá felagsskapinum PODAS í Íslandi, har tey vitjaðu kirkjur og ellisheim. Nú er eitt nýtt toymi umborð á Norrønu á veg til Íslands. Tey, sum virkaðu við í toyminum í fjør og aftur í ár, hava fyri tey flestu tikið lut í skúlanum, sum PODAS Ekklesias (merkir "Kirkjuføtur") hevur skipað fyri seinastu árini kring landið, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.
- Toymið í fjør var sera væl móttikið, blíðskapurin var stórur og vælvild møtti limunum allar staðir, har tey komu. Toymið hevði høvi at hitta biskup Íslands, Agnes M. Sigurðardóttir á skrivstovu hennara í Reykjavík.
Móttøkan í Íslandi og eftirmetingarnar heima hava ført til, at PODAS hevur skipað eina nevnd, sum arbeiðir fyri at styrkja sambandið við Íslendsku Tjóðkirkjuna og íslendska fólkið. Seks av teimum, sum vitjaðu Ísland í fjør, eru aftur við á hesi ferðini, skriva tey ferðandi í dag.
Í fjør var toymið kring alt Ísland. Hesaferð verður bara vitjað á Eysturlandinum. Somu støðini á Eysturlandinum fáa vitjan og nøkur nýggj. Toymið skal eftir ætlan taka lut við sangi, andaktum og bíbliuundirvísing. Umframt á kirkjum og ellisheimum verður eisini vitja á onkrum bóndagarði.'
Við í íslandstoyminum í ár eru: Sverri Steinhólm, Barbara Hannudóttir, Ólavur Jacobsen, Selma Danielsen, Randi Joensen, Irena Jacobsen og Jógvan Lamhauge.