Føroysk jarnkvinna

Anna Karina Ottosen, ið íðkar triatlon, luttók í gjár í stóra Iron man kapping í Bolton í Stórabretlandi.

Eftir at hava svomið 3,2 kilometrar, súkklað 140 kilometrar og runnið 42,2 kilometrar kom hon á mál við tíðini 10.49.09. Samanlagt rakk hetta til eitt fjórða pláss, men Anna Karina Ottosen var fremst í sínum aldursbólki og fremst fyri kvinnuligu amatørarnar. Úrslitið gevur beinleiðis atgongd til HM-kappingina á Hawaii í 2010.