Malta í Hirtshals bjóðar til føroysk jólamøti í Esbjerg, Sønderborg og Vejle í vikuskiftinum. Vikuskiftið 12.?14. desember bjóðar samkoman Malta í Hirtshals til føroysk jólamøti í Esbjerg, Sønderborg og Vejle. M.C. Restorff og Hans Jakup á Lava spæla og syngja á øllum møtunum.
Eisini verður tala og vitnisburður, har m.a. Poul Jóhan Djurhuus kemur at luttaka í talu. Tað er jólamánaður, og tí verður bjóðað til drekka eftir hvørt møti við føroyskum viðskera.
Skráin: Esbjerg, fríggjakvøldið 12. desember kl.19.30 í Mølleparken, Spangbjerg Møllevej 16c, Sønderborg, leygarkvøldið 13. desember kl.19.00 í Skolehjemmet, Sønderlandevej 28, Vejle, sunnudagin 14. desember kl.17.00 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Staldgårdsgade 4.
Um onkur vil vita meira um møtini, er viðkomandi vælkomin at ringja á telefon: +298 228314 ella 98944370 ella gjaranes@post.olivant.fo, sigur Poul Jóhan Djurhuus frá Malta í Hirtshals.










