Eins og undanfarin ár, verdur skipað fyri føroyskari jólagudstænastu í tí sera hugnaligu ensku kirkjuni í Oslo, Skt. Edmund Church. Hon liggur á Møllergaten 30, nær við Youngstorgið.
Eins og undanfarin ár, verdur skipað fyri føroyskari jólagudstænastu í tí sera hugnaligu ensku kirkjuni í Oslo, Skt. Edmund Church. Hon liggur á Møllergaten 30, nær við Youngstorgið.
Gudstænastan verður sunnudagin 9. desember kl. 16. Gudstænastan verður skipað sum ein vanlig føroysk jólagudstænasta við kendum jólasálmum, prædiku yvir jólaevangeliið, og framførslu av sangi frá føroyskum sangfuglum.
Eftir gudstænastuna verður høvi til sosiala samveru, tá farið verður niður undir í tann hugnaliga kirkjukjallarin, har bjóðað verdur kaffi, saft og kakur. Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltak.