Føroyafelagið í London hevur heitt á føroysku fólkakirkjuna um at halda eina gudstænastu í bretska høvuðsstaðnum Gudstænastan verður í donsku kirkjuni í London sunnudagin 14. desember klokkan 15, har Henning Bøgesvang, prestur, prædikar.
Undan kirkjugongdini verður døgurði klokkan 13, og her verður heitt á fólk um at boða frá umvegis telefon 0044 208 953 9920 ella á teldupostadressu: Ottar_schroter_holm@hotmail.com.
Sambært Fólkakirkjuni er framyvir ætlanin, at ein prestur kemur úr Føroyum til London at halda gudstænastu tvær ferðir um ári.
Danska Kirkjan í London liggur á 4 St Katharine´s Precinct, Regent´s Park, London NW1 4HH. Undirgrundsstøðirnar nærhendis eru Camden Town og Great Portland Street.









