Føroysk innrás í Keypmannahavn

Nógvur føroyskur tónleikur verður at hoyra í Keypmannahavn komandi dagarnar, tá ið Womex World Music Expo verður á skránni. Fyrst á skránni er Dánjal á Neystabø, sum skal spæla í DR býnum í kvøld kl. 23.00.

 

Fyrireikarar kalla hendan stóran tónleikafestivalin fyri Mekka fyri tónleikarar, og orsøkin er, at tónleikur úr øllum Norðurlondum verður settur í fokus.

 

Leygarkvøldið verður føroysku tónleikur á skránni, tá ið Faroese Music Showcase verður á skránni.

 

Har verða luttakararnir koyrdir úr Forum, har sum Womex er á skránni, og til Huset’s Cafe, har føroyskur tónleikur er á skránni.

 

Tiltakið verður í Huset’s Café, og verður frá 18.00 – 21.00 hetta kvøldið.

 

Hetta kvøldið framføra Kristian Blak, Dánjal, Jens Marni Hansen og Benjamin. Meira kann lesast um hetta á facebooksíðuni hjá Tutl, og á heimasíðuni hjá Womex, womex.com