Føroysk heilsan á yvirgangsstaðnum

Starvsfólkini á føroysku sendistovuni í Bruxelles hava skrivað eina heilsan á Maelbeek, sum varð rakt av yvirgangi 22. mars í ár.

Herfyri lat Maelbeek metrostøðin í Bruxelles upp eftir yvirgangsálopið móti støðini 22. mars.

 

32 fólk lótu lív í álopunum, umframt teir tríggjar yvirgangsmennirnar og 300 fólk vórðu særd í álopinum. Millum tey særdu var Sólfinn Hansen úr Klaksvík.

 

Maelbeek metrostøðin liggur skamt frá føroysku sendistovini í Bruxelles, og starvsfólkini á føroysku og donsku sendistovini nýta regluliga hesa støðina.

 

Nú støðin hevur latið upp aftur, er ein minnisveggur settur upp, har fólk fáa høvi at skriva eina heilsan og í dag vóru starvsfólkini á sendistovuni, Anna Elisabeth Vidtfeldt og Kristoffur Kristoffersen, og skrivaðu sína heilsan á veggin.

 

Hetta er tann næsti minnisveggurin, sum verður settur upp. Hin fyrri varð fyltur longu eina viku eftir, at hann varð settur upp. Tá fyrri veggurin varð fyltur, varð hann vardur við plexiglasið, men morgunin eftir høvdu fólk sett smáar post-it-lepar á glasið. Tí varð avgjørt at seta ein vegg afturat upp.

 

16 av teimum 32 lótu lív í Maelbeek.