Tað var lagamanni hjá føroyskum Harley viðhaldsfólkum at gera okkurt serligt burtur úr hátíðarligu vitjanini í gjár. Tøting í Gøtu hevur gjørt hesa serligu føroysku Harley Davidson troyggjuna, sum er í eyðkendu litunum hjá heimskenda lívsstílsmerkinum Harley Davidson. Troyggjan er traditionella myrkamorreyða troyggjan við silvurknappum á aðrari økslini. Bulurin er myrkamorreyður, ermarnar gráar og hálsurin appilsingulur. Tað var Ove Ritter, sum er umboðsmaður fyri Harley í Føroyum, sum hevði skipað fyri.
Hann var so heppin sjálvur at sleppa at handa fyrrverandi forsetanum troyggjuna uppi á Hotel Føroyum, har tann størsta Harley motorsúkklan, sum nakrantíð hevur verið í landinum, varð sýnd fram.
- Bill Clinton var so umhugsin, at hann signeraði tangan á súkkluni. Eisini fekk eg eitt lítið prát í ein minutt ella so við hann, sigur ein fegin Ove Ritter. Hann fer nú at gera sítt til, at føroyska Harley troyggjan verður sett í framleiðslum, so hon kann vera partur av rúgvismikla úrvalinum hjá Harley Davidson.