Føroysk gransking til Amsterdam

Á eini altjóða ráðstevnu í Amsterdam verður úrslit av føroyskari gransking lagt fram. Tað snýr seg um úrslitini frá kanning av 8. floks næmingum í 2006 Talan er um eina kanning, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur, gjørdi saman við Esk Elklit og J.G. Olesen. Kanningin snúði seg um PTSD (Post Traumatic Stress Disorder) ella strongd hjá ungfólki í Føroyum, sæð í mun til lívshendingar hjá hesum.

Úrslitini av kanningini vórðu løgd fram her í Føroyum á nøkrum fundum seinasta heyst, og vóru rættuliga áhugaverd. Nú verða tey løgd fram á altjóða ráðstevnu í Amsterdam 17. ?19. apríl, sum European Society for Trauma and Dissociation.

Tóra Petersen er sett í starv sum sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum frá 1. maj í ár, og granskingin heldur áfram har í samstarvi við Psykologisk Institut vid Aarhus Universitet.