Føroysk gransking seint á kvøldi

Alt tað føroyska granskingarumhvørvið verður umboðað í samstarvinum við Sjónvarpið, ið Fróðskaparsetrið samskipar í hesum døgum. Væntandi koma sendingarnar á skíggjan í seinnu helvt av februar

VÍSINDI
 
Sosialurin skrivaði í gjár, at í hesum døgum tekur Kringvarp Føroya fyrilestrar upp í Nóatúni, sum skulu sendast í Sjónvarpinum.
- Sendingarnar verða helst sendar í seinnu helvt av februar. Tað verður helst send ein sending um vikuna, og tær halda fram til móti sumri. sigur Ivan Niclasen, programmleiðari í Sjónvarpinum. Hann greiðir frá, at hugskotið kom, tá Fróðskaparsetrið skipaði fyri fyrilestarrøðini “Setrið á Ferð” í fjør og fyrraárið, og at tey í Sjónvarpinum hildu, tað kundi verið áhugavert at gjørt sjónvarpssendingar burtur úr hesum.
Í fyrstuni var DK4 nýtt sum fyrimynd, men hetta  menti seg til eitt gott og gevandi samstarv millum Kringvarpið og Setrið, greiðir Ivan Niclasen frá.
Tað er kortini ikki bara Fróðskaparsetur Føroya, ið stendur fyri tí vísindaliga partinum í hesi verkætlanini. Vísindaligir stovnar úr øllum granskingarunhvørvinum í Føroyum taka lut. Teirra millum kunnu nevnast stovnar sum t.d. Náttúrugripasavnið og Fiskirannsóknarstovan.
Ivan Niclasen, sigur, at sambært kringvarpslógini skal Kringvarpið skipa fyri upplýsing, og tað meta tey eisini, at tey gera framman undn avið t.d. tíðindasendingum og líknandi tilfari. Men nú kemur hetta afturat, uttan at tað gongur út yvir annað senditilfar hjá Sjónvarpinum, og um hetta eydnast væl, verður tiltakið tikið upp aftur seinni, sigur programmleiðarin.
 
Viðkomandi evni
 
 
Ivan Niclasen leggur dent á, at talan ikki er sokallað prime time-tilfar, tvs. sjónvarp ið ofta verður roknað sum sjónvarp við upplivingum og undirhaldi. Tí verða sendingarnar væntandi sendar seint á kvødi. Talan um tilfar, ið ofta verður kallað “smalar sendingar”, hóast evnini eru breið og víðfevnd. Tó verður dentur lagdur á, at sendingarnar eru týdningarmiklar sendingar, har fleiri av Føroya fremstu granskarum oysa av síni vitan. Endamálið er sostatt at miðla vísindaligt tilfar, men hóast talan er um akademiskar fyrilestrar, er talan um evni, ið viðkoma okkum øllum, sigur Ivan Niclasen.
Í fyrstu syftu verða 21 fyrilestrar tiknir upp. Sjónvarpið hevur sett 3 upptøkutól av til endamálið, og tí er neyðugt at klippa í upptøkunum, og tí krevst eitt sindur av tí tøkniliga tilfeinginum, ið Sjónvarpið hevur til taks. Men fólkini frá teimum ymsu granskingarstovnunum hava sýnt vælvild, heldur Ivan Niclasen, og sipar til, at fleiri fyrilestrar verða upptiknir um dagin.