Føroyska oljufelagið, Effo, er nú eisini farin út um landoddarnar. Í hesum sambandi hava tey stovnað felag Í Danmark, har høvuðsætið verður í havnarbýnum, Hirtshals í Norðurjútlandi, sum eisini er samferðsluhavn hjá Norrønu. Umframt Effo, eru eisini danskir íleggjarar í felagnum og teir eiga so eisini ein part av tí.
Effo sigur í eini fráboðan, at tey hava veitt tænastur uttan fyri Føroyar, men nú halda tey at tíðin er búgvin til at stovna felag har eisini. Effo hevur keypt tangabilar og goymslu- og kontórbygning til endamálið, og er arbeiðið longu byrjað, siga tey.
Felagið í Hirtshals er stovnað undir navninum Carl Jensen’s Marinelager, sum nógvir føroyingar kenna. Hóast talan er um nýstovnað felag, er talan í vissan mun um framhald av virkseminum hjá fyritøkuni við sama navni, ið gavst við sínum virksemi seinasta summar.
Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá Det Danske Petroleums Aktieselskab, D.D.P.A, í 1918. Effo kom á føroyskar hendur tá felagið varð keypt frá Statoil í 2007 og sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100 prosent av felagnum í dag.
Felagið fekk navnið Effo í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag. Harafturat eigur Effo 50 prosent av Vindrøkt, ið framleiðir grøna orku, sum svarar til brúkið hjá umleið 1.250 sethúsum.