Í nýggjasta eintakinum av Fishing News International er hópin av tilfari um føroyska fiskivinnu. Samrøða er við John Petersen, landsstýrismann í fiskivinnu, sum greiðir frá, hvussu stóran týdning fiskivinnan hevur fyri føroyingar og frá viðurskiftum, ið gera seg galdandi í vinnuni. Í blaðnum er somuleiðis viðtal við Berg Poulsen, stjóra á Havsbrún, sum er einasta virkið, ið tekur ímóti pelagiskum fiski. Tey arbeiða bæði frystan fisk og framleiða fiskamjøl í Fuglafirði. Í greinini sigur hann, at prísirnir hava ongantíð verið so høgir fyri fiskamjøl og fiskaolju. Stjórin á Havsbrún sigur, at El Nino er partur av orsøkini fyri høgu prísirnar umframt støðan á marknaðinum í fjareystri. Prísurin er í hæddini í løtuni, tí ávirkanin frá El Nino fer at minka í heyst.
Í blaðnum verður eisini greitt frá samstarvi føroyinga við útlond og útlendskar samstarvsfelagar, frá russiska fiskiskapinum undir Føroyum, og frá fiskidagaskipanini. Somuleiðis verður sagt frá royndunum hjá Vesturvón, frá telefonuppboðsøluni og mongum øðrum áhugaverdum.










