Fonn Flog hevur saman við Alpha Travel latið upp ferðaskrivstovu í Las Palmas, Gran Canaria. Tær báðar ferðaskrivstovurnar hava í mong ár selt pakka- og charterferðir, og í hesum hevur Cran Canaria verið eitt sera væl umtókt ferðamál.
Ein trupulleiki hevur tó á verið málið, og við at hava føroyska ferðaskrivstovu á staðnum, vilja feløgini gera sítt til, at tann forðingin ikki er nakað, ið tarnar føroyingum.
Føroyski ferðaleiðarin á staðnum er tøkur alt samdøgrið, og fær tí eisini hjálpt til, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp, rættarhjálp og øðrum átrokandi, ið kann stinga seg upp.










