Sermitsiaq veit í dag at siga, at tilsamans níggju feløg vilja sleppa at byggja ávikavist flogvøll og terminal í Qaqortoq. Talan er um floghavnina, rópt Kalaallit Airports Domestic.
Heimasíðan veit at siga, at stórur spenningur er um, hvørt tilboðini fara at vera innan fyri karmarnar av ætlaðu íløguni í flogvøll og terminal.
Fimm feløg bjóða upp á høvuðsarbeiðstøkuna at byggja lendingarbreyt, parkeringspláss og ymiskt annað, sum hoyrir uppí henda partin, og millum hesi er føroyski entreprenørurin, J & K Petersen.
Tey fimm feløgini, sum her bjóða seg fram, eru:
* MT Højgaard A/S
* Aarsleff Istak
* J & K Petersen Contractors
* Munck Havne & Anlæg
* Pennecon Heavy Civil Ltd
Fýra feløg bjóða upp á byggiarbeiðið, sum eitt nú fevnir um terminal, tænastubygning og torn, og hesi arbeiði eru eisini boðin út sum høvuðsarbeiðstøka. Millum tey fýra feløgini, sum her bjóða seg fram, er føroyska felagið, ArtiCon. Tey fýra feløgini eru:
* ArtiCon
* Permagreen Greenland A/S
* Ístak hf
* MT Højgaard A/S
Sambært Sermitsiaq er spenningur um tilboðini, men einki verður sagt um tøl, fyrr enn tilboðini eru gjøgnumgindin og samráðingar hava verið til tilboðsgevarar og eigaran av floghavnini, sum er grønlendska sjálvstýri.
- Arbeiðið at byggja sjálvan flogvøllin hevur áður verið boðið út, men øll boðini vóru nógv hægri enn íløguætlanin. Tískil gjørdi arbeiðsánarin av, at eitt nýtt útboð skuldi vera - tó uttan at eitt komma er broytt í útboðstilfarinum, skrivar Sermitsiaq.