Føroysk deild í CS:GO

Kappingin verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum við upp- og niðurflyting.

Spøl á internetinum og umvegis internetið vinda upp á seg, og summi síggja tað sum ein ítrótt: eSport. Nógvir føroyingar kappast eisini á netinum, og nú fáa teir okkurt at gleða seg til.

 

Í øllum førum teir, sum spæla CS:GO (Counter-Strike: Global Offensive). Fólkið handan heimasíðuna esport.fo fer nevniliga í næstum at skipa fyri einari føroyskari kappingardeild í hesum kenda spælinum.

 

Kappingin verður skipað í tvær deildir við upp- og niðurflyting. Í bestu deildini, deild A, vera seks lið, meðan tað er óavmarkað hvussu nógv lið vera í deild B. Fimm spælarar eru á hvørjum liði umframt møguligar útskiftarar.

 

Fyriskipararnir siga, at ætlanin er at hava í minsta lagi tvey kappingarár í hvørjum kalendaraári, og at teir longu nú hava tryggjað sær allarbestu servararnar, og at teir liggja í Føroyum. Eisini hava teir útvegað sær ein sera góðan høvuðsvinning.

 

Higartil hava 13 lið tilmeldað seg nýggju føroysku deildina. Tilber at lesa meira um tilmelding, vinningar og annað á heimasíðuni esport.fo ella á facebook-síðuni við sama navni.