Føroysk bispafrúa fimm ár afturat

Nigerianski bispurin, Nem­u­el A. Babba hevur sitið fimm ár sum erkabispur í Kristi Luthersku Kirkjuni í Norð­ur­ni­ger­ia. Nú er hann valdur í hetta álitisstarv í fimm ár aftrat.

Eitt slíkt val verður gjørt mill­um prestarnar og umboð fyri kirkj­u­ligu myndugleikarnar.
Hesaferð kundu teir velja mill­um Nemuel og tvey onnur val­evni. Longu eftir fyrstu at­kvøð­ugreiðsluna var greitt, at Nemuel hevði vunnið hesa: 316 av íalt 377 atkvøðum vóru fyri honum. Hetta svarar til 84%.
Nem­uel Babba hev­ur sam­­band við Før­oy­ar við tað at hann er gift­ur við Ka­ju Nemuel, sum er ætta­ð úr Rituvík. Hon er trú­boð­ari í Nigeria fyri danska missiónsfelagið Sud­an­miss­i­on­en.
Nemuel er 54 ára gamal og verð­ur nú erkabispur í hesi kirkjuni í Nigeria við omanfyri 2000 samkomum og 1,2 mió. lim­um.
Danska Sudanmissiónin byrj­aði annars arbeiðið sítt í Ni­ger­ia í 1915, tá læknin Niels Brønn­um setti á stovn hesa luth­ersku kirkjuna, sum í dag er fjórðstørsta kirkjan í Afrika.