Føroysk barnauppaling undir luppin

Hvussu uppala føroyingar síni børn? Hetta hevur ongin áður kannað. Men nú skal ein stór ph.d verkætlan varpa ljós á hetta, í føroyskum høpi, ótroytta evnið

Komandi ár fer føroska Turid Olsen, sum er sjúkrasystir og cand.mag í almennum pedagogikki frá Københavns Universitet, at gera eygleiðingar og samrøður við føroyskar barnafamiljur og stovnar um barnauppaling í Føroyum.

Í Sosialinum í gjár stóð lýsing, har leitað verður eftir familjum og dagstovnum, sum kunnu hjálpa Turid Olsen at varpa ljós á hetta ótroytta og politiskt/fíggjarliga undirmetta evnið, sum nógv folk hava saknað ítøkiliga vitan um í fleiri ár.


Leitar eftir familjum

Við Sosialin sigur Turid Olsen, at føroyska barnauppalingin hevur hennara áhuga, tí tíðirnar og karmarnir at vaksa upp í, eru so nógv broyttir, so børn í dag bæði verða sosialiserað heima og á stovni. Eisini er munur á, hvørt børnini búgva í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum.

Til granskingarverkætlanina fer hon at gera eygleiðingar og samrøður við børn, foreldur og starvsfólk á stovnum.

Tí hevur Turid Olsen brúk fyri seks ymiskum familjum og trimum dagstovnum. Tað er ein treyt, at familjurnar hava so tætt tilknýti til Føroyar, sum til ber. Til dømis skulu foreldrini, um tey hava útbúgving, hava lisið í Føroyum. Familjan skal hava tætt tilknýti til vanliga føroyska mentan, og so skal hon ikki hava verið á fleiri uttanlandsferðum.

Eisini stendur í verkætlanarlýsingini, at um foreldrini hava arbeiði aðrastaðni enn á heimstaðnum, skal hetta helst ikki vera longur burturi enn í næstu bygd ella býi.

Allar familiur skulu hava fleiri børn, har í minsta lagi tvey teirra skulu vera millum eitt ár og upp til skúlaaldur.

Harumframt eru nakrar treytir fyri, hvar familjurnar skulu búgva. Fýra skulu búgva í lítlari bygd, tvær skulu búgva í bygd við ongum dagstovni, og tvær familjur skulu búgva í bygd, har børnini ganga í dagstovni. Síðstu tvær familjurnar skulu búgva í býi ella størri bygd, og børnini skulu ganga í dagstovni.

Teir tríggir dagstovnarnir verða bidnir um at luttaka, tí teir eru tengdir at familjunum, sum vilja luttaka í kanningini.

Í kanningarlýsingini vísir Turid Olsen á týdningin av, at familjurnar eru dulnevndar, og at teirra samleiki á ongan hátt verður avdúkaður í sambandi við kanningarnar.


Gamalt hugskot

Turid Olsen, sum verður einsamøll um granskingarverkætlanina, fekk hugskotið um at kanna uppalingina av føroyskum børnum fyri umleið 14 árum síðani. Hon fegnast um at hava fingið hollan stuðul allastaðni hon er komin fram í Føroyum, ikki minst á Hagstovu Føroya.

Hon greiðir frá, at í fyrstanni ætlaði hon bara at kanna, hvussu føroyingar gerast føroyingar. Hvussu verða børnini uppald til tess at uppfylla leiklutin sum føroyingar í føroyska samfelagnum?

- Seinni kom eg fram til, at tað er ein fyrimunur, um starvsfólk, sum arbeiða við børnum, so sum lærarar og pedagogar, kunnu brúka míni úrslit, tá tey leggja arbeiðið við børnum til rættis, sigur Turid Olsen. Sostatt vónar hon, at vitanin kann verða við til at læra tey vaksnu at skilja børnini betur, so tað verður lættari at taka støði í tørvinum hjá einsatak barninum.


Føroyar serligar

Tað eru tvey ting, sum gera Føroyar áhugaverdar sum granskingarstað í hesari verkætlan. Í fyrsta lagi er tað ikki so langt síðani, at føroyingar bert høvdu heimið og nærumhvørvið sum fremsta og rættiliga óformella sosialiseringsumhvørvið. Í dag fer næstan øll barnauppaling fram undir meira formellum karmum á stovni uttan fyri heimið.

Harumframt eru Føroyar áhugaverdar í slíkari gransking, tí talan er um eitt lítið og samansett oyggjasamfelag, sum hevur verið avbyrgt frá umheiminum í árahundrað.


Romantiserað barnamynd

Í verkætlanarlýsingini vísir Turid Olsen á, at føroyskir myndugleikar hava ikki raðfest gransking í pedagogikki, læring og skúla. Í hesum sambandi vísir hon á kanningarúrslit hjá Gaini, sum vil vera við, at børn og ung higartil hava verið mett sum ein sjálvfylgja í samfelagnum, og hava tískil ikki verið politiskt áhugaverd. Hetta hevur tað við sær, at kjakið um børn og uppaling ofta er merkt av tí, sum fólk halda og meina, og eisini ofta av einari romantiskari mynd av natúrliga og frælsa barndóminum. Eisini hevur vantandi játtan verið orsøk til lítla áhugan fyri at granska á økinum.

Turid Olsen sigur, at føroyska lóggávan og vitanin á økinum í stóran mun hevur verið bygt á útlendska vitan. Og fakbólkar, sum til dømis pedagogar, hava stiðjað seg til ørkymlað føroysk skúlafólk, sum eru í døpurhuga, millum annað vegna metvánaligu PISA-úrslitini, sum um nakað hava prógvað, at lítið samsvar og samband er millum ítøkilig tiltøk og úrslit.



--


FAKTA: Verkætlanin, “Komparative studier af børns socialisering på Færøerne”, kostar 2,2 milliónir krónur og verður stuðlað av Granskingarráðnum, Roskilde Universitet, Eik banka, Strandfaraskip Landsins, Sosialinum og Kringvarpi Føroya.

Cand.mag. Turid Olsen verður einsamøll um verkætlanina, men fær køna vegleiðing frá Jan Kampmann, professara á Roskilde Universitet.