Keypmannahavn: Í summar fekk Jacques ein stóran vatnskaða. Hetta gjørdi at annars vælumtókti náttklubbin millum føroyingar, noyddist at lata aftur í tríggjar mánaðir.
– Vit komu í neyð tá. Vatnskaðin noyddi okkum at hava stongt í tríggjar mánaðir í summar. Tá hvarv grundarlagið sum vit høvdu uppbygt, og fólk gloymdu staðið, greiðir Súni Reinert frá.
Tí vóru teir í Jacques noyddir at finna upp á okkurt nýtt, um tað skuldi vera lív laga klubbanum, sum framvegis hevur føroyskar eigarar.
– Ja, vit vóru noyddir at finna upp á okkurt nýtt. Vit høvdu nøkur umboðsfólk hjá okkum og tey greiddu frá, at hetta (ein náttklubbi fyri samkynd, blðm.) hevði verið ein stór succés, fortelur Súni Reinert úr Keypmannahavn.
Ein náttklubbi fyri samkynd
Fyri fýra mánaðum síðani lat Jacques upp aftur sum náttklubbi, men í heilt øðrvísi hami enn áður. Nú er Jacques eitt stað, har housetónleikurin floymir gjøgnum hátalararnar og samkynd hittast um vikuskiftið.
– Jacques sær als ikki út, sum tað gjørdi fyrr. Nú er staðið pyntað sum homoklubbar plaga at vera. Men housetónleikurin manglaði í hesum umhvørvinum, og tað hava vit her, sigur Súni Reinert.
Fríggjakvøld til føroyingar
Hvørt leygarkvøld hittast so samkynd á staðnum, har føroyingar plagdu at fylkjast hvørt vikuskifti í danska høvuðsstaðnum. Men at Jacques ikki er tað, Jacques einaferð var, merkir tó ikki, at føroyingar ikki eru vælkomnir longur. Als ikki.
– Á Jacques eru øll vælkomin. Og í kvøld (fríggjakvøldið, blðm.) verður tað ikki kvøldið til samkynd. Í kvøld er føroyingakvøld, og vit hava boðið føroyingum higar á Jacques aftur. Verður tað ein succés, so verður tað heilt víst endurtikið, so at seinasta fríggjakvøld í hvørjum mánaði verður føroyingakvøld við skiftandi temaðum, sigur Súni Reinert.
Við øðrum orðum fáa føroyingar í kvøld møguleikan at vitja eitt stað, sum vanligt virkar sum ein homoklubb, men í kvøld verður føroyingakvøld burturav, við einum serstøkum tema, sum lesast kann um aðrastaðni her á síðuni.