Tannheilsan hjá føroyskum skúlabørnum er sera nógv batnað síðan 1991, tá tannlæknar fóru undir at skráseta tenninar á børnum
Føroysk børn hava nógv betri tenn í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá Tannlæknafelagnum.
Í uppgerðini verður sagt, at síðan tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO í 1991, er tannheilsan hjá børnum batnað munandi.
Prosentið av 5 ára gomlum børnum við frískum barnatonnum er hækkað úr 29 í 1991 upp í 59 prosent í 2007. Fyri tey 7 ára gomlu er prosentið av børnum við frískum barnatonnum hækkað úr bert 9 prosentum í 1991 upp í 33 prosent í 2007.
Tannheilsan verður bólkað í 4, har ringasti standurin er 4. Her er eisini stórur bati at hóma, tí í dag eru ikki so nógv børn við sera vánaligari tannheilsu: 60 prosent av teimum 5 ára gomlu og 33 prosent av teimum 7 ára gomlu høvdu onga brenda barnatonn í 2007.
Samanbera vit við 1991 høvdu omanfyri 40 prosent av teimum 5 ára gomlu sera ringar tenn og eins og nærum helmingurin av teimum 7 ára gomlu.
Í 2007 høvdu 11 prosent av teimum 5 ára gomlu og 20 prosent av teimum 7 ára gomlu álvarsliga brendar barnatenn.