Í 2001 læt føroyski rithøvundurin Hanus Kamban úr hondum sítt fjórða stuttsøgusavn. Í bókini, sum hevði heitið PÍLAGRÍMAR, vóru níggju stuttsøgur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav bókina út.
Henda bókin er nú útkomin í dansakri týðing. Útgevari er Fiskers Forlag. Á bakpermuni upplýsir forlagið, at høvundurin við hesum savni tekur til bókmentaliga umrøðu tjúgundu aldar skurslaðu pílagrímar, á veg móti ástartokkans, skaldskaparins ella utopiska samfelagsins Mekka. Søgurnar ferðast í rúmi millum Sovjetsamveldið í 30-árunum, Montagnola í Sveits, danskt og europeiskt stórbýarumhvørvi, tað afturlatna føroyska bygdasamfelagið. Miðdepil í savninum er søgan »Tann hvíti maðurin« ? um ein fanga, sum ? rýmdur undan hemingum í síni fortíð ? er á ferð móti dómkirkjuni í Canterbury.
Bókin var í uppskoti til at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2003.
Kirsten Brix, lektari, hevur týtt PÍLAGRÍMAR til danskt. Bókin, sum kostar 142 krónur, er at fáa í føroyskum bókhandlum.