Føroysk app selist um allan heim

Fyrsta forritið – ella app – frá føroysku KT-fyritøkuni Vera verður seld um allan heim. Einkla appin er serliga gjørd til iPhone fyri at víðka um funktionalitetin á innbygda kalendaranum hjá iPhone.

Tann nýggja app-in eitur Vikan. App-in hevur eina einkla, men eisini sera tiltrongda funktión, sum hevur verið saknað á iPhone. Vikan sigur tær nevniliga, í hvørjari viku í árinum ein dagur er.

- Man kann eitt nú velja 1. desember 2011, og Vikan sigur, at tað er ein dagur í viku 48. Hetta er ein sera einkult app, men júst hendan funktiónin er helst saknað hjá fleiri iPhone brúkarum. Innbygdi kalendarin á iPhone sigur hetta nevniliga ikki, sigur Pætur Magnussen, stjóri á Vera.

Vikan fæst ókeypis á App Store, men eisini ber til at keypa Vikan+ fyri 6kr, ið kann eitt lítið sindur meir. Vikan+ kann tað sama sum Vikan, men sigur eisini, hvørjir dagar eru í einari serligari viku.

Hetta er fyrsta app-in frá Vera, men hóast hetta er hon longu seld í nógvum londum kring heimin. App-in er higartil seld í USA, Týsklandi, Russlandi, Kina, Brasil, Avstralia og Korea, fyri bert at nevna nøkur fá. Vikan og Vikan+, sum báðar eru á føroyskum, blivu so mikið populerar í útlandinum, at vit valdu at gera tvær enskar útgávu eisini. Hesar eita Week Free og Week+, sigur Pætur Magnussen.