- Føroysk alivinna hevur nøkur góð úrslit at vísa á seinastu árini viðvíkjandi framleiðslukostnaði, vekt, felli og prísi.
Tað kom fram í fyrilestrinum hjá Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse í Noregi, sum hevur hugt nærri at hagtølum fyri føroysku alivinnuna seinastu árini.
- Føroyska alivinnan hevur lutfalsliga lágan framleiðslukostnað, vektin er høg, fellið er lítið, og prísurin fyri føroyskan laks var eisini eitt vet betri enn tann norski í fjør. Harumframt hevur vinnan víðkað um marknaðin seinastu árini, samstundis sum framleiðslan er økt.
Hetta vóru nakrar av niðurstøðunum hjá Ragnari Nystøyl, tá hann tók samanum gongdina í vinnuni seinastu árini á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin.
- Miðalvektin á føroyskum laksi er góð fimm kilo, meðan norska miðalvektin er stívliga hálvtfimta kilo. Fellið í føroyskum alibrúkum hevur eisini verið metlágt seinastu árini. Fellið hevur seinastu fimm árini ligið niðanfyri 10%, og tað er betri enn hini londini, ið øll hava eitt felli omanfyri 20%.
Seinastu tvey árini er laksaprísurin fallin nakað, tó liggur miðal útflutningsprísurin fyri føroyskan laks eitt vet hægri enn prísurin fyri norskan laks, og tað hevur eisini verið mynstrið seinastu fýra árini. Havast skal her í huga, at føroyski laksurin í miðal er størri enn tann norski, og tað sæst aftur í miðal útflutningsprísinum.
- Metingarnar fyri føroyska framleiðslukostnaðin eru eisini lágar samanborið við hini londini, men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Lagt verður aftrat, at í 2005 høvdu føroyskar alifyritøkur lutfalsliga høgan framleiðslukostnað, men síðani er kostnaðurin fyri kilo hjá føroyskum fyritøkum lækkaður, og framleiðslukostnaðurin hjá føroyskum feløgum verður nú mettur at vera millum teir lægstu í heiminum.
Tað sigur Vinnuhúsið og vísir til framløguna á aliráðstevnuni hjá Ragnari Nystøyl frá Kontali Analyse í Noregi.