ÍF roynir útlending

23 ára gamli Gábor Tamási er komin til Fuglafirðar at royndarvenja.

Ungarski spælarin er ein álopssinnaður spælari, sum hevur spælt nógv í vinstru síðu og í álopinum. Gábor hevur spælt við ymiskum liðum í Ungarn, og hann hevur verið við í landsliðshópunum hjá bæði U16 og U18 landsliðunum hjá Ungarn. Seinast hevur hann gingið á ítróttarskúla í Århus. Nú er Gabor komin til Fuglafirðar at venja, og í fyrstu atløgu er talan um royndarvenjing.