Føroyingurin noktar seg sekan

Tað var sosiali miðilin LinkedIn, sum meldaði málið, har ein føroyingur er skuldsettur fyri at viðvirka til neyðtøku av einum smádreingi.

Rættarmálið móti 42 ára gomlu kvinnuni, sum er ákærd fyri neyðtøku av fýra ára gamli soni sínum, byrjaði í rættinum í Lyngby í dag.

 

Hetta er málið, har ein 42 ára gamal føroyingur situr varðhaldsfongslaður.

 

Kvinnan játtar seg seka í grovu ákærunum, sum umfata blygdanarskemd móti soninum minst 10 ferðir, neyðtøku á annan hátt enn við samlegu minst 20 ferðir, og neyðtøkuroynd. Kvinnan hevur tikið myndir av hesum og sent manninum tær.

 

Tað er sosiali miðilin LinkedIn, sum hevur meldað málið til løgregluna. Tey bæði hittust á sosiala miðlinum og tað er umvegis tjattifunkuna á síðuni, at tey bæði hava samskift. LinkedIn varnaðist myndirnar og meldaði málið til løgregluna.

 

Kvinnan hevur higartil játtað seg seka, og um hon endurtekur játtanina í rættinum í dag, verður rættarmálið væntandi skjótt avgreitt.

 

Maðurin noktar seg kortini sekan, men um kvinnan játtar seg seka, verður hon nýtt sum vitni móti manninum.

 

Føroyingurin situr enn varðhaldsfongslaður og ákæruvaldið hevur áður boðað frá, at ákærurnar móti manninum ikki verða klárar fyrr enn rættarmálið móti mammuni er avgreitt. Hann er tó skuldsettur og varðhaldsfongslaður undir illgruna fyri at hava eggjað mammuni til at gera seg inn á sonin. Ágangurin móti soninum fór fram frá 8. juni til 10. septembur í fjør.

 

Løgreglan sigur, at mamman hevði 103 pornografiskar myndir og fýra filmar av soninum á fartelefon síni. 59 av myndunum hevur hon sent manninum. Tey bæði hava eisini hitt hvønn annan, skriva danskir miðlar.