Føroyingur vitjar fongul í Rumenia

Í døgunum 31. mai til 7. juni vitjar danin Thorkil Jørgensen (myndin) saman við havnarmanninum Hans Jacob á Lava í Føroyum. Teir fara at hava møtir á fleir støðum kring landið, har teir fara at greiða frá arbeiði teirra fyri fangum í Rumenia.

Vanliga vitja teir í fongslunum har einar seks ferðir um árið, og meta teir seg at hava verið um og prædikað fyri eini 40.000 fangum íalt.

Møtiskráin hjá Thorkil og Hans Jacob er henda: Byrjað verður í kvøld í Oasuni í Hoyvík, fríggjakvøldið í Hebron í Leirvík og leygarkvøldið í Kelduni í Skálafirði.

sunnudagin luttaka teir við trý møtir ? kl. 11 í Filadelfia í Vágum, kl. 18 í Evangeliihúsinum í Havn og kl. 22 luttaka teir á útimøti á Vaglinum.