Í donsku X-Factor sendingini í kvøld kom føroyski, Jógvan Jacobsen, víðari. Í Danmark er hann best kendur sum Heed, og hetta navnið brúkar hann eisini í X-Factor høpinum.
Jógvan er 36 ára gamal, uppvaksin í Fuglafirði og er nú búsitandi í Esbjerg, har hann er giftur Onnu. Saman eiga tey sonin, Luka.
Jógvan Jacobsen hevur sín egna tónleikabólk, og teir hava úr at gera við teirra tónleiki. Teir spæla mest countrytónleik.
Fuglfirðingurin í Danmark, sum í X-Factor sendingini í kvøld kom víðari, lesur til lærara, samstundis sum hann ger nógv við tónleikin.
Jógvan Jacobsen skrivar sjálvur tónleik og hevur eina útgávu í stoypiskeiðini. Men, fyrst skal X-Factor fepurin nú roynast av álvara.