Føroyingur tveittur úr Turkalandi

Myndugleikarnir siga, at hann er hóttan ímóti trygdini í landinum

33 ára gamli Silas Olofsson, sum seinastu fýra árini hevur virkað sum prestur í einari samkomu í Turkalandi, varð mánadagin útvístur úr landinum.

Tað veit Kringvarpið at siga.

Mánadagin varð Silas Olofsson handtikin á flogvøllinum í Istanbul, har hann varð avhoyrdur av trimum løgreglumonnum. Teir høvdu ymsar upplýsingar um Silas, sum teir spurdu hann um.

- Teir spurdu meg, hvat eg gjørdi í landinum, hvørjum eg fái stuðul frá, og hví eg geri hetta arbeiðið. So vildu teir eisini vita, hvønn eg samstarvi við, sigur Silas Olofsson við Kringvarpið.

Eftir avhoyringina varð Silas koyrdur í ein kliva í eitt samdøgur. Síðani varð hann útvístur úr Turkalandi fyri lívstíð og koyrdur umborð á eitt flogfar til Danmarkar. Har tók danska løgreglan ímóti honum, og tey vóru ovfarin, tí tey vistu ikki um, at ein danskur ríkisborgari nakrantíð áður varð útvístur úr Turkalandi á hendan hátt.

Silas Olofsson heldur, at møguligar orsøkir til, at hann er útvístur úr Turkalandi er, at hann er prestur í einari samkomu, at hann hevur virkað millum kurdar í landinum, og at hann hevur hjálpt heimleysum sýriskum flóttarfólkum á gøtuni í Ankara.

Silas Olofsson er nú komin aftur til Føroya.