Føroyingur til HM í fótbólti

Áki Joensen spælir við á danska landsliðnum í fótbólti fyri tey, sum sita í koyristóli. Hann skal við til HM í Japan, sum verður hildið í næstum

Tað er fótbóltur av heilt serligum slagi, sum er á skránni, tá Áki Joensen og hansara liðfelagar fara til HM í Japan tann 5. oktober.

HM-kappingin er fyri tey, sum sita í koyristóli, men framvegis hava hug at spæla fótbólt, og Áki Joensen er ein av teimum, sum er góður til hetta.

Áki spælir fyri felag úr Aalborg, og hann er einasti spælarin á liðnum, sum er tikin út til danska HM-landsliðið.

- Áki er ein arbeiðshestur á miðvøllinum. Hann ruddar upp fyri hinar spælararnar, men dugir eisini at leggja upp til kjansir, sigur Niels Rossing, landsliðsvenjari.

Umframt Áka er ein spælari úr Grønlandi eisini við á landsliðnum, so tey, sum varða av liðnum, halda, at talan er um eitt landslið, sum kann umboða allan ríkisfelagsskapin.

Umframt Danmark verða eisini Japan, USA, Frakland, Ongland, Belgia og Portugal við í HM.


Hava savnað pengar

Tað er kostnaðarmikið at senda eitt slíkt landslið longu ferðina til Japan. Tung hjálpitól skulu við, og tveir hjálparar eru við hvørjum av spælarunum, sum eru spastikarar ella hava vøddasvinn.

Men tað hevur gingið væl at savna pengar til ferðina, og við góðari hjálp frá Flemming Østergaard, sum er verji fyri koyristólsfótbóltin, hava fólk savna eina hálva millión krónur til ferðina.

Í Danmark eru fimm feløg, sum spæla koyristólsfótbólt, og Lavia úr Århus hevur vunnið meistaraheitið seinastu trí árini. Hetta hevur eisini við sær, at seks spælarar av liðnum eru tiknir út til landsliðshópin, sum telir 10 spælarar.

Fraklendingar og japanarar hava tikið væl undir við ítróttinum, og har eru ávíkavist 76 og 44 virkin feløg.


Fýra á vøllinum í senn

Í stuttum kann sigast um fótbólt fyri tey, sum sita í koyristóli, at fýra spælarar eru á vøllinum í senn. Vøllurin er á stødd við ein kurvabóltsvøll, og spælt verður við einum leðurbólti, sum er væl størri enn vanligir bóltar. Spælararnir hava ein skerm á koyristólinum, sum teir brúka sum føtur.

Annars líkist spælið vanligum fótbólti við málmanni, brotsteigi, fríspørkum og taktikki.