Alt fleiri føroyingar finna sær størv í altjóða oljuvinnuni, og onkur av teimum røkka rættiliga langt. Ein teirra, sum hevur fingið fótin fastan í altjóða oljuvinnuni, er fuglfirðingurin, Rúni M. Hansen. Hann hevur seinastu árini verið stjóri fyri Statoil Exploration í Føroyum og hevur eisini umsitið týðandi ábyrgdarstarv í risastóra norska oljufelagnum Statoil.
Nú frættist í Statoilumhvørvinum her i Stavanger, at Rúni M. Hansen er settur sum stjóri fyri Europa og Nordur Afrika innan ?commercial and negotiation? sum tey kalla tað innan oljuverðina. Hetta ábyrgdarøki hevur hann fingið aftrat tí hann hevur í dag sum stjóri fyri Føroyum og Grønlandi. Sum skilst so umfatar starvsøkið allan vinnuliga- og samrádingarpartin fyri Europa og Norður Afrika, bæði yvirfyri myndugleikum og øðrum altjóða oljufeløgum.
Hetta er eitt stórt ábyrgdarøkid hjá Statoil, tí Statoil er rættuliga virkið bæði runt um í Europa og Norður Afrika. Rúni M. Hansen ynskir ikki sjálvur at gera stórvegis viðmerkingar til hetta, uttan at tað er ikki heilt ókent fyri hann, tí hann hevur arbeitt innan líknandi øki áður, um enn hetta umfatar meira enn higartil.
Rúni Hansen vil tó siga so mikið, at nýggja arbeiðsøkið er sera spennandi. Nógv virksemi fer fram her, og tí er nógv fokus á júst hetta økið. Spurdur hvussu tað er at samskipa, tá fólkið situr spjatt runt í fleiri londum, sigur hann, at tað er ein avbjóðing, men at hetta er ikki óvanligt í oljuvinnuni.
Statoil sera virkið í Føroyum og er fyristødufelag fyri seks loyvum, og skal bora 2 brunnar innan ikki alt ov langa tíð . Tá vit spurdu Rúna, um hansara nýggju arbeiðsuppgávur hjá Statoil fer at hava við sær, at Føroyar verða lægri raðfestar framyvir, svarar hann, at tað fer tað ikki. Tað verður í løtuni nógv orka løgd í Føroyaøkið, sum Statoil framvegis raðfestir høgt.










