Føroyingur í Starfighters

Tá Starfighters finalan verður á Skanderborg Festivalinum í annaðkvøld, verður tað við føroyskari luttøku

Odense bólkurin The Joules við m.ø. føroyska oddamanninum Johan Petersen er við í stóru kappingni, ið Skanderborg Festivalurin, útvarpsrásin P3 og MTV skipa fyri. Tað er sjónbandalagið Everything’ s OK, ið bólkurin sendi til MTV, ið hevur latið dyrnar upp til kappingina.

Bólkurin The Joules var í Føroyum í fjør og spældi undir heitinum Fuzzphase.

Bólkurin hevur fingið nógv góð orð við á vegnum. Undir navninum Fuzzphase góvu teir út EP´ina Everything´s OK. Gaffa og Garageband skrivaðu lovandi orð um útgávuna. Kendi danski gittarleikarin, sangarin og sangskrivarin, Tim Christensen kallaði bólkin eina power-trio í altjóða flokki. Sí eisini heimasíðuna www.myspace.com/thejoulescom

Í 2003 var ein av vinningunum í Prix Føroyar, luttøka í Starfighters finaluni. Tá eydnaðist tað ikki Prix Føroyar vinnaranum Gestum at vinna plátusáttmálan, ið er fyrsta virðisløn í kappingini.