Tá ið Niels Erik Nymark Jensen tann 30. juli fer úr starvinum sum chefpolitiinspektørur í Føroyum, verður tað ein føroyskur politistur, sum fyribils tekur við starvinum.
Jógvan Páll Joensen, sum er 49 ára gamal, skal frá 1. august og nakrar mánaðir fram virka sum chefpolitiinspektørur í Føroyum.
Fyribils verður bíðað við at søkja eftir nýggjum chefpolitiinspektøri.










