Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen er kallaður heim úr USA fyri at standa á odda fyri framleiðsluni av stóra Eurovision tiltakinum, sum verður í Danmark næsta ár. Eurovision er ein av heimsins størstu og mest krevjandi sjónvarpsframleiðslum, og Per Zachariassen skal hava evstu ábyrgd av framleiðsluni.
Per Zachariassen hevur 20 ára royndir sum sjónvarpsframleiðari, og í Danmark er hann kendur fyri at hava havt ábyrgdina av stórum sjónvarpssendingum sum X Factor og Talent. Seinastu árini hevur Per verið búsitandi í USA, har hann hevur starvast fyri FremantleMedia fyritøkuna, ið framleiðir undirhaldssendingar sum X Factor, Fear Factor, Talent og Idols.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv til at verða ein partur av liðnum, sum skal gera europeiska Grand Prixið í Danmark. Grand Prixið er ikki bert ein av heimsins størstu sjónvarpsframleiðslum, tað er eisini eitt av elstu núlivandi sjónvarpskonseptunum og ein partur av europeiskari sjónvarpssøgu. Eg eri errin av, at eg kann fáa møguleikan at seta eitt fingramerki á kappingina, sigur Per Zachariassen við DR.
Jan Lagermand Lundme, sum er undirhaldsstjóri hjá Danmarks Radio, sigur, at tað krevur bestu fólkini í fakinum at framleiða Grand Prixið, og tí hava tey sent boð eftir Per Zachariassen.
- Per er ein av teimum bestu, sum er í bransjuni. Hann hevur nógvar royndir og eini framúr evni til at endurnýggja tað traditionella, sigur Jan Lagermand Lundme.
Europeiska Grand Prixið verður hildið í Danmark í mai mánaði næsta ár.