RÀN
Ein ungur føroyingur kom fyri stuttum aftur til Føroya við heldur døprum ferðaminnum. Maðurin, sum sambært danski løgreglu er fimmogtjúgu ára gamal, búði hjá familju í Kastrup ? eini tilkomin hjún. Náttina millum sunnudag og mánadag um eitt tíðina koma tríggir óbodnir gestir á gátt. Teir vóru íklæddir húgvur um alt høvdið, og teir vóru vápnaðir. Hetta upplýsir løgreglan í Tårnby.
Upplýst verður, at vindeygu í sovikamarinum hjá hjúnunum stóðu opin, og innbrótstjóvarnir eru komnir inn í húsið á henda hátt.
Løgreglan upplýsir, at hjúnuni fyrst vórðu sligin hótt av vápnaðum tjóvunum. Síðani tvingaðu teir mannin at læta pengaskápið í húsunum upp.
Tann vitjandi føroyingurin verður bundið niður við sínari egnu reim og klæðum, og hann verður eisini sligin, upplýsir løgreglan í Tårnby. Tjóvarnir stjala bæði úr pengaskápinum og frá 25 ára gamla føroyinginum.
Frá Tårnby løgregluni frætta vit, at tey enn ongi spor hava at ganga eftir, men roknað verður við, at tjóvarnir verða fangaðir. Tílík innbrot eru óvanlig, verður upplýst.
Verða tjóvarnir fangaðir, kunnu teir rokna við harðari revsing.
Tað verður ikki upplýst, hvør føroyingurin er, ella hvussu nógvur peningur og annað varð stjolið.