Føroyingur noyddi flogfar at lenda

Eitt Lufthansa flogfar mátti lenda í Newfoundlandi í dag, tí ein føroyingur umborð var óstýriligur. Løgreglan hevur tikið føroyingin The Canadian Press skrivar, at eitt Lufthansa flogfar í altjóða flúgving í nánd av Kanada mátti lenda í St. John?s í New Foundlandi, tí ein 45 ára gamal maður umborð gjørdi um seg. Talan var um ein føroying, skrivar tíðindastovan.

Løgreglan stóð fyri maninum í St. John?s, og hann er skuldsettur fyri at hava sett flogfar, ferðafólk og starvsfólk í vanda. Hann skal fyri í rættinum í St. John?s í dag.

The Canadian Press veit ikki at siga, hvaðani flogfarið kom, ella hvagar tað skuldi.