Oljuleiting á teldu
Føroyingar, sum fara á oljumessur í útlandinum, hava nógvar ymsar uppgávur at røkja. Ein teirra, sum hevur roynt at fylgja við gongdini í oljuvinnuni og tí oftani hevur verið at síggja millum føroyingarnar á oljumessunum í Stavanger og Aberdeen, er Ólavur Ellefsen. Sjálvur hevur hann leingi arbeitt innan hátøkni og telduheimin. Hesaferð var Ólavur fyri seg sjálvan á oljumessuni í Aberdeen. Ørindini vóru heldur sjáldsom og somuleiðis eindømi fyri føroying í hesi vinnuni.
-Eg eri her fyri meg sjálvan og tað eg royni at selja, eru skeið innan oljuvinnuna. Tað hevur samband við telduspælið Xplore, sum varð gjørt í fjør til føroysku miðnámsskúlarnar. Endamálið við hesum spælinum er at geva fólki og her ikki minst teimum, sum eru undir útbúgving ella arbeiða í vinnuni, eina fatan av, hvat oljuleiting er fyri nakað. Tá tú hevur luttikið í Xplore í ein dag ella eina viku hevur tú eina betri fatan av, hvat oljuleiting er fyri nakað.
Spælið er gjørt sum ein kapping. Teir dagarnar oljumessan vardi vóru tað 22 lesandi frá heimsins størsta oljufelag ?Saudi Aramco?, sum vóru ígjøgnum skeiðið í tríggjar dagar. Hetta varð gjørt í samarbeiði við Robert Gordon University. Teir vórðu býttir upp í sjey lið, tvs. sjey oljufeløg, sum so kappaðust móti hvørjum øðrum. Teir vórðu sendir út til eitt nýtt øki, eitt lítil oyggjasamfelag, sum líkist Føroyum, har oljuvinnan byrjar. Tað fyrsta teir skuldu gera er at kanna, hvussu jarðfrøðin sær út. Tað næsta er at bjóða uppá leitiloyvi. Seismikkur verður so brúktur at finna út av, hvat sær mest lovandi út. Teir fáa so leitilovyi og verða so tvingaðir til at fara í partnaraskap við hvør annan. Eftir tað skulu teir so velja, hvar best er at bora og hvønn boripall og tænastur man skal brúka tvs. útgerðarhavn, flogfelag osfr. Har eru nógvir veitarar at velja millum til ymiskan prís og førleika. Nøkur feløg finna so olju og onnur einki. Tey, sum finna, kunnu so fara víðari og gera avmarkingarbrunnar. Tað man lærir mest av tí er hugtakið aftanfyri, nær ein brunnur er rakstrarverdugur. Tvs. á djúpum vatni ella á grunnum vatni.
Ólavur Ellefsen sigur, at kjarnin í hesum er, at tey, sum luttaka læra sera nógv samtíðis sum tað er spennandi og áhugavert. Tað snýr seg nógv um at fáa sær eina vitan, sum skal vera við til at taka týðandi avgerðir. Nógvir spennandi spurningar stinga seg upp. T.d. nær loysir tað seg at fara eftir nøkrum. Skulu tað borast tríggir brunnar ella hvussu?
Sjálvur viðgongur Ólavur Ellefsen, at tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ein føroyingur, sum ongar royndir hevur í oljuvinnu, skal kunna undirvísa fólki frá Saudiarabia, sum er tað landið, sum hevur funnið mest olju í heiminum, at leita eftir olju.
Skeiðið í Aberdeen var ein partur av summarskúla í sjey vikur, sum Robert Gordon hevði boðið teimum 22 lesandi, og har ein vika so fór til Xplore. Teir vóru ótrúliga spentir, og tað var eisini tann vikan, sum hevði størsta áhugan.
Ólavur Ellfesen hevur síðani oljuráðstevnuna arbeitt víðari við at marknaðarføra Xplore-útbúgvingarspælið og herfyri eydnaðist tað honum at fáa fleiri lærarar úr øðrum londum til Føroyar at verða kunnaðir um alla skipanina.
Spennandi kapping
Xplore kappingin millum miðnámsskúlanæmingar, sum eydnaðist sera væl í 2002, varð so fyriskipað aftur fyri 10 døgum síðani.
Størsta broytingin í mun til í fjør varð, at kappingin einans vardi tríggir (heilar) dagar, og at byrjað varð heilt av nýggjum hvønn morgun. Í fjør vardi tiltakið tvær vikur.
Endamálið er eins og í fjør at geva luttakarunum eina grundleggjandi fatan av oljuleiting.
Sjálv kappingin byrjaði mánadagin 10. november og endaði mikudagin 12. november. Finala var millum fimm teir bestu bólkarnar 21. november.
Tiltakið varð m.a. stuðlað av oljufelagnum Eni.
Ólavur Ellefsen, stigtakari sigur, at tað er meira áhugavert hjá fólki sjálvi at læra at taka avgerðirnar og læra á tann hátt og heldur enn bara at fáa tað at vita at lesa eina bók ella at onkur stendur við talvuna. Tú verður sjálvur settur við støðuna og til at taka avgerðina. Eina avgerð, sum tú ikki sleppur at taka fyrr enn um fleiri ár í vinnuni.
Endamálið er at fáa eina heildarfatan, yvirblikk yvir vinnuna.
Ætlanin er at fara víðari og halda skeið fyri øðrum. Vónanndi fyri fleiri í Saudi Aramco og vónandi eisini øðrum oljufeløgum· Og at hava liknandi skeið í Føroyum í miðnámsskúlunum. Hin uppgávan er at menna nýggjar simulatiónir ? atlát - innan oljuvinnuna og innan onnur øki eisini.
Hetta brúkti Ólavur nógva tíð uppá á oljumessuni.
Tann stóra avbjóðingin er at fáa oljufeløg at keypa hesa vøruna. Hon verður ikki veitt sum søla av software men sum eitt skeið. Hetta fer fram yvir internetið og tí kann tað vera allastaðni. Men tað hevur stóran týdning, at tað eru fleiri, sum eru á skeiðnum samtíðis. Tað er tí umráðandi, at ein lærari er við og ?guidar? næmingarnar gjøgnum tað fyrsta.
Higartil hevur Ólavur sjálvur staðið fyri hesum partinum eisini men ætlanin er at lata skeiðsveitarar taka sær av hesum og á staðnum. T.d. at onkur av lærarunum á Robert Gordon fær ta uppgávuna.
Arbeitt verður framvegis at finna fram til, hvør skal hava rættindini til nýggja spælið. Hetta byrjaði sum ein partur av førleikapengunum hjá ENI.
Tá simulatiónin varð gjørd fyri einum árum síðani var hon gjørd við pengum frá Agip saman við Oljumáðnum úr puljuni til førleikamenning. Útlit eru til at rættindini koma at liggja í felagnum hjá Ólavi sjálvum, ?Symprentis?.
Sansir og Ólavur Ellefsen hava útviklað spælið og hevur Ólavur so arbeitt víðari við hesum.










