Tá ið jarðskjálvtin rakti í Kos í gjár, sótu nakrir føroyskir vinmenn á einari barr, sum er gjørd úr steinum. Tá ið jarðskjálvtin stóð upp á tað harðasta, rapaði rundan um teir.
Húsið av steinum byrjaði brádliga at rapa, og ein maður, sum in.fo hevur frætt frá, lá undir steinrúgvuni, og hevur fingið skaða í ryggin. Ein annar vinmaður hansara á barrini fekk nakrir stórir steinar á seg, men endaði tó ikki undir. Vinmenninir hava tað allir gott eftir umstøðunum, tó onkur teirra hevur tørv á framhaldandi læknahjálp. Uttanríkis og vinnumálaráðið sigur í morgun í tíðindaskrivi, at ungi maðurin er 20 ár og er innlagdur á sjúkrahúsið.
Tað eru mangir føroyingar á Kos í hesum døgum, og in.fo hevur samband við fleiri teirra. Danska uttanríkisráðið veit enn ikki at siga, hvussu nógvir føroyingar eru í Kos, men væntandi fær in.fo boð um tað seinni í dag. Tó váttar danska uttanríkisráðið, at ein maður er innlagdur á sjúkrahúsi.










