Viðurkenda amerikanska blaðið The Architectural Digest, hevur kosið Hørpuna í Reykjavík at vera heimsins vakrast teknaða bygning.
Um Hørpuna skrivar blaðið, at tað serliga er nýhugsanin við led-ljósunum, sum tey halda vera spennandi. Hetta gevur hvørt kvøld íbúgvunum í Reykjavík eitt ljósspæl, sum er líka bergtakandi sum norðlýsið.
- Hetta er so markbrótandi, at tað kann gera byggilistini til eina kraft til at seta gongd í býir og geva mentanum nýtt lív, skrivar blaðið.
Tað er føroyingurin Ósbjørn Jacobsen, sum hevði høvuðsábyrgd av sniðgevingini fyri felagið Henning Larsen.
Seinastu fýra árini hevur hann starvast á teknistovuni hjá Henning Larsen í Gøtu. Hann hevur vunnið fleiri almennar teknikappingar í Føroyum, millum annað um nýggja mentanarhúsið í Klaksvík og nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Hann hevur eisini teknað nýggja býráðshúsið í Gøtu.
Aðrir bygningar á topp-10 listanum hjá Architectural Digest eru Burj halifa í Dubai og The Shard í London.
Kelda: www.architecturaldigest.com/story/best-architectural-projects-article








