Mikukvøldið hevur danska sjónvarpsrásin TV3 frumsýning av nýggjari reality-røð, sum tey hava givið navnið Forsíðufrúur.
TV3 fylgir fimm kvinnum, sum javnan eru at finna á forsíðum í donskum bløðum – serliga litríku vikubløðunum.
Ein av hesum kvinnum er føroyska Gunnvør Dalsgaard, sum eigur tvey børn saman við modellinum Oliver Bjerrehuus. Gunnvør býr í Danmark og hevur verið frammi í donsku miðlunum í sambandi við forholdið við Oliver Bjerrehuus.
Afturat Gunnvør eru eisini Tina Lund, Janni Ree, Sarah Louise Christiansen og Amalie Szigethy við í sendirøðini.
Gunnvør Dalsgaard sæst á myndini omanfyri – uttast til høgru.