Komandi leygarkvøld klokkan 19.00 føroyska tíð fer Jón Eliassen úr Leirvík at framføra live á TV2, tá danska sendingin "Danmark har talent" fer í luftina.
Jón Eliassen fer at framføra sum pianistur, og spæla á klaverið tá danska Grete Behrndtz syngur danskt revy.
- Grete syndur danskt revy, og eg havi verið so heppin, at fingið møguleikan at framføra við henni, sum hennara pianistur. Vit gleða okkum so nógv, og høvdu verið ótrúliga takksom, um tit eisini kundu stemma uppá okkum, sigur Jón Eliassen á síni dagføring á Facebook .