Ein føroyingur umborð á einum føroyskum sandbáti, sum arbeiðir í Horsens havn, doyði í kvøld, tá hann var áhalsin og datt fýra-fimm metrar niður í tómu lastina Maðurin, sum er 48 ára gamal, var í gongd við at gera skipið arbeiðsklárt til í morgin og skuldi niður í lastina at kanna eina pumpu, men datt av dekkinum niður í tómu lastina.
Hann fekk so mikið álvarsligan skaða, at onki var at gera, tá roynt varð at fáa lív í hann aftur.
Sambært vakthavandi hjá Politinum í Horsens, arbeiddi føroyski sandbáturin í Horsens havn. P/F Sandgrevstur við Gordon Martin Midjord í Fuglafirði eigur sandbátin.
Politiið fekk fráboðanina um hendingina klokkan 20.01 danska tíð.









