Føroyingur danskur meistari fyri 17. ferð

Magnus Jákupsson vann ein tryggan sigur.

Magnus Jákupsson hevur vunnið enn eitt danskt meistaraheitið skrivar heimasíðan svimjing.com. Hetta er 21. ferð, hann stendur ovast á pallinum í DM.

 

Hann kann nú kallað seg danmarksmeistara í 50m ryggsvimjing, aftan á finalurnar í DM í farnu viku. Magnus Jákupsson svam seg til ein tryggan sigur, næstan eitt sekund framman fyri nummar tvey. Magnus Jákupsson hevði eisini skjótastu tíðina í innleiðandi umførunum, 26.38, sum eisini hevði verið nokk til eina gullmedalju í finaluni.

 

Hann vann finaluna við tíðini 25,85, framman fyri Andreas Kaas Elmgren og bronsuvinnaran Kasper Schultz.  Tíðirnar hjá teimum vóru 26,67 og 26,95.

 

Neyvan mundi nakar gerast ovfarin av úrslitinum kortini. Hetta er 17. ferð, at Magnus Jákupsson verður danskur meistari sum einstaklingur, umframt at hann hevur vunnið fýra gullmedaljur í stafett. Hann hevur eisini danska metið á teininum, 25,43, sum hann setti á Danish Open í 2016.

 

Hann vann sítt fyrsta DM í 50m rygg longu í 2013 (í langgeil). Síðani vann hann 50m í DM í stuttgeil í 2014 og 2015, í langgeil í 2017 og nú aftur í langgeil í ár.