Føroyingum dáma best klæðir sum hava brodd

Tað sigur tiltikni sniðgevin, Barbara í Gongini

Barbara í Gongini hevur altíð havt áhuga í list, sum upprunaliga søkti á listaháskúla. Eisini hevur hon hevur altíð fingist við klæðir, og tí var tað natúrligt, tá hon flutti seg yvir í mótaheimin, har hon fekk umsett hugskot til ítøkilig skapanarverk.

 

 

–Snið kann vera list og list kann vera snið. Tað kemur ann uppá, hvussu stóra listarliga tilgongd ein velur at leggja í verkið, sigur Barbara í Gongini, sum mikukvøldið fekk handað Mentanarvirðisløn Landsins.

 

 

Hon heldur, at tað er torført at siga, um tað er munur á, hvussu klæðini hjá henni verða móttikin á føroyska marknaðinum í mun til marknaðir úti í heimi.


–Eg haldi ikki, at eg havi ikki so stóra føling við, hvat selur best. Í Føroyum eru vit bara umboðaði á einum staði, og so hava vit havt pop-up handil av og á. Føroyingar hava lagt seg meir eftir tí kompleksu vøruni, sum til dømis leðurjakkar við nógvum lynlásum, og turrikløðum, ið kunnu nýtast á ymiskan hátt. Tað var eg bilsin av, sigur hon.

 

 

 

Føroyingum dáma best ta vøruna, sum hevur brodd. Tað er eisini tann vøran, ið eyðkennir avant garde sniðini hjá Barbaru í Gongini, og tað grundarlagið undir vøruni fer hon ikki at broyta.

 

 

 

–Tað liggur ikki í okkum at bróta frá dna’num. Vit hava ongantíð gjørt neyðsemjur, men kortini hava vit fingið semjur í lag, tá tað snýr seg um snið. Vi hava definerað tað, sum vit standa fyri, men tú finnur eisini ein vanligan jakka í kollektiónini, sigur hon og ger klárt, at tað tó eru sniðini við broddi, sum hon heldur hava eydnast best.

 

 

 

Hon hevur ikki ætlanir um at víkja frá tí, sum grundleggjandi er Barbara í Gongini. Heldur verður merkið meir víðgongt og framkomið. Hon dylur tó ikki fyri, at hon, sum onnur, verður ávirkað av tíðini vit liva í, men hon hevur funnið sín egna grundform, og tá er man onkursvegna heldigur, heldur hon. 

 

 

Um Barbaru í Gongini:

  • Barbara í Gongini er fødd í 1966
  • Hon er uppvaksin í Tórshavn
  • Barbara í Gongini er klædnasniðgevi
  • Hon býr í Rødorve saman við manninum Óla og synunum Tóka og Hauga
  • Hon fekk prógv á Designskúlanum hjá Kongaliga Danska Kunstakademinum í 1996
  • Í 2005 setti hon fyritøkuna Barbara í Gongini á stovn
  • Seinastu árini hevur fyritøkan veruliga fingið vind í seglini. Millum kundarnar eru rokkstjørnan Lenny Kravitz, og hon hevur eisini sýnt fram millum annað á Copenhagen Fashion Week.