Tey bæði føroysku útisetafeløgini í íslendskum fótbólti, ÍA og Fram fara mikudagin at dystast sínamillum.
Hetta verður fyrsta ferðin í fýra ár, at føroyingauppgerð er í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og so verður spennandi at vita, hvørt tað verða Julian Johnsson og ÍA ella Hans Fróði Hansen /Fróði Benjaminsen og Fram, sum fara av vøllinum sum vinnari.
Eftir tvey umfør er Fram á øðrum plássi í deildini við fýra stigum. ÍF er nummar sjey við tveimum javnleikum higartil.










